fbpx

Ert tú persónurin, sum altíð stendur á odda, tá ið tiltøk skulu samskipast? Og ert tú nýskapandi samstundis sum, at tú altíð syrgir fyri góðari tænastu og góðsku til tiltøkini?  

So er tað møguliga tær, vit leita eftir! Hotel Føroyar leitar eftir einum samskipara til fundir, veitslur, ráðstevnur og onnur tiltøk í húsinum.  

Hotel Føroyar er størsta fýrastjørnaða hotellið í Føroyum við 200 kømrum og 10 fundarhølum – harímillum einari stórari veitsluhøll, sum rúmar 350 gestum. Um stutta tíð lata vit eisini eitt nýtt vælveruhús upp, har vit fara at bjóða gestum okkara vælveruviðgerðir av ymsum slag.

Um starvið

Tú fært ein týdningarmiklan leiklut í søluvirkseminum á Hotel Føroyum, eins og tú verður ein partur av leiðslutoyminum á hotellinum. Høvuðsábyrgdin hjá tær verður at menna, leggja til rættis og seta í verk øll tiltøk í húsinum í samstarvi við kundan. Samskifti og samskipan bæði við kundar og innanhýsis ímillum deildirnar á Hotel Føroyum verða tínar týdningarmiklastu arbeiðsuppgávur.  

Arbeiðsuppgávur:

  • At menna og samanseta tiltøk og tænastur
  • At samskifta við kundar og ímillum deildir á Hotel Føroyum
  • At vera til staðar, tá ið tiltøk eru
  • At eftirmeta tiltøk

Um teg

Tú hevur eina viðkomandi útbúgving og/ella royndir frá øðrum størvum, og so tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Spectra Systems ella øðrum bíleggingarskipanum.

Eginleikar:

  • Tú hevur eitt skapandi hugflog
  • Tú hevur góð samskiftisevni
  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú ert gestablíð/ur
  • Tú ert tænastusinnað/ur
  • Tú ert fleksibul
  • Tú hevur skil fyri fíggjarligum viðurskiftum

Umsókn

Áhugaði kunnu senda eina umsókn til HR-leiðara Elsi Petersen á elsi@hotelforoyar.fo. Hevur tú spurningar til starvið ert tú somuleiðis vælkomin at skriva ella ringja +298 217576. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknarfreistin er 10. juni 2021.