Book

Umsóknarfreistin er 12. mai

Samskipari til uttanhýsis tiltøk

Býr ein samskipari í tær? Og hevur góðska og góð tænasta stóran týdning fyri teg? So er hetta starvið møguliga júst nakað fyri teg!

Hotel Føroyar leitar eftir einum samskipara til matveitingar út úr húsinum og til at skipa fyri uttanhýsis tiltøkum og veitslum - eitt nú á Tórsvølli og í Silo. Hotel Føroyar veitir mat og tænastur av ymsum slagi til uttanhýsis tiltøk, veitslur, ráðstevnur og annað.


Um starvið

Tú fært ein týdningarmiklan leiklut í søluvirkseminum á Hotel Føroyum, eins og tú verður ein partur av matveitingar- og eventtoyminum á hotellinum. Høvuðsábyrgdin hjá tær verður at menna, leggja til rættis og seta í verk uttanhýsis tiltøk í samstarv við kundan. Samskifti og samskipan bæði við kundar og innanhýsis í toyminum verða tínar týdningarmestu arbeiðsuppgávur.


Arbeiðsuppgávur

· At menna og samanseta uttanhýsis tiltøk, tænastur og matveitingar
· At samskifta við kundar og við toymið á Hotel Føroyum
· At stíla fyri at vera til staðar, tá ið tiltøk eru
· At eftirmeta tiltøk
· Fyrifallandi uppgávur


Um teg

Tú hevur eina viðkomandi útbúgving og/ ella royndir frá øðrum størvum, og so er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við bíleggingarskipanum.


Eginleikar

· Tú hevur eitt skapandi hugflog
· Tú hevur góð samskiftisevni
· Tú ert fyrikomandi
· Tú ert gestablíð/ur
· Tú ert tænastusinnað/ur
· Tú ert fleksibul
· Tú hevur skil fyri fíggjarligum viðurskiftum


Umsókn

Áhugaði kunnu senda eina umsókn til Guðrið Poulsen á gudrid@hotelforoyar.fo
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú somuleiðis vælkomin at skriva ella ringja til á tlf. +298 287553.

Umsóknarfreistin er 12. mai 2022.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN