Book

Tænaralærlingur til matstovuna Ruts

Ert tú okkara nýggi tænaralærlingur?

Hotel Føroyar leitar eftir einum tænastusinnaðum og fyrikomandi tænaralærlingi til Matstovuna Ruts.

Sum tænaralærlingur fevna uppgávurnar um

· At bjóða gestunum vælkomnum í matstovuna
· At veita gestunum eina góða tænastu
· At vegleiða gestunum í val av mat- og drykkjuskrá
· At halda matstovuna snøgga

Vit vænta, at tú

· Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og arbeiðssom/arbeiðssamur
· Hevur jaligan hugburð og ert ágrýtin
· Megnar at arbeiða undir trýsti, tá ið nógv er at gera
· Hevur hug at gerast ein týdningarmikil liður í okkara toymi

Lærutíð

Vit bjóða tær góða læring í lærutíðini umframt dugnaligar starvsfelagar

Umsóknir og spurningar til lærutíðina kunnu sendast til gudrid@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN