Book

Tænarar til matstovuna Ruts

Hotel Føroyar leitar eftir tænarum at arbeiða í Ruts bæði fulla tíð og niðursetta tíð.

Ert tú blíð/ur og arbeiðssom/arbeiðssamur, og ynskir tú at vera við til at geva gestum okkara eina framúr góða uppliving í Ruts? So er tað kanska tær, vit leita eftir!

Vit leita eftir tænarum at arbeiða bæði fulla tíð og niðursetta tíð.

Vit vænta, at tú

· Ert blíð/ur og fyrikomandi
· Tekur ábyrgd og ynskir at vera við til, at gestir okkara fáa eina góða uppliving
· Kanst arbeiða kvøldvaktir bæði mitt í viku og í vikuskiftinum
· Ynskir at veita tænastu á høgum støði

Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg? So send tína umsókn til gudrid@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN