Book

Tænarar til morgunmatin

Ert tú morgunmenniskja? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Hotel Føroyar leitar eftir tænarum til morgunmatin.

Vit vænta, at tú

· Ert arbeiðssom/arbeiðssamur
· Tekur ábyrgd og ynskir, at gestir okkara fáa eina framúr góða uppliving
· Ynskir at veita tænastu á høgum støði
· Kanst arbeiða morgnar bæði mitt í viku og í vikuskiftum

Talan er um parttíðarstarv.

Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg? So send tína umsókn til gudrid@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN