Hotel Føroyar sóknast eftir tænarum til nýggju, nýumvældu matstovuna, sum lat upp fyrst í juni mánaða. Vit leita eftir einum tænara at arbeiða fulla tíð og einum at arbeiða hálva tíð. Umframt nýggja matstovu, verður Hotel Føroyar í løtuni bygt út frá 129 til 200 kømur. Harumframt fevnir útbyggingin um eitt stórt vælveruøki, sum í 2021 verður útbygt til eisini at fevna um eitt vælveruhús framman fyri hotellið.

Tínar uppgávur fevna um:

  • At tæna gestum í matstovuni
  • At halda matstovuna reina og ruddiliga
  • At viðmæla hóskandi rættir og vín til gestirnir

Vit vænta, at tú:

  • Kanst arbeiða skiftandi vaktir (onkutíð møtir tú kl. 11.00 og onkutíð seinnapartin ella um kvøldið)
  • Hevur góð samskiftisevni
  • Hevur góð samstarvsevni

Afturfyri bjóða vit tær eitt spennandi starv, har tú hevur møguleika at menna teg innan tænarayrki, serkøna vitan um mat og vín umframt eitt hendingaríkt arbeiðsumhvørvi við sera góðum starvsfeløgum.

Áhugaði kunnu senda eina umsókn til hanna@hotelforoyar.fo.