Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum tænari í nýggjum, snøggum hølum á størsta hotellinum í landinum? So er at lesa víðari.

Hotel Føroyar sóknast eftir einum tænara til nýggju, nýumvældu matstovuna á Hotel Føroyum. Umframt eina nýumvælda matstovu, verður Hotel Føroyar í løtuni bygt út til tilsamans 200 hotellkømur og eitt stórt vælveruøki.

Tínar uppgávur sum tænari fevna um:

• At veita eina góða tænastu til gestir í matstovuni
• At halda matstovuna reina og ruddiliga
• At viðmæla hóskandi rættir og vín til gestirnar

Vit vænta, at tú:

• Kanst arbeiða skiftandi vaktir
• Hevur góð samskiftisevni
• Ert tænastusinnað/ur

Afturfyri bjóða vit tær eitt spennandi og hendingaríkt arbeiðsumhvørvi við sera góðum starvsfeløgum.

Send eina umsókn til aleth@hotelforoyar.fo, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.