fbpx

SØGA OG BYGGILIST

Kenda, danska arkitektafelagið Friis & Moltke A/S hevur teknað Hotel Føroyar, sum lat upp í mai 1983.

Uppgávan hjá arkitektunum var at laga seg sum best til lendið og landslagið.

Uttan er Hotel Føroyar eyðkent fyri sínar longu linjur í landslagnum. Húsið er ein partur av náttúrini, líkasum skorið inn í lendið við hamrum, men hesir hamrar eru úr glasi, sum skyggja í ljósinum.

Innan er Hotel Føroyar eitt ævigt skiftandi spæl ímillum ljós og myrkur, ímillum langar myrkar gongir og kømur við nógvum ljósi og stórslignum útsýni, sum øll venda oman ímóti býnum.

Gestirnir á hotellinum verða førdir ígjøgnum hetta arkitektoniska spæl fleiri ferðir dagliga.

UM

Kenda, danska arkitektafelagið Friis & Moltke A/S hevur teknað Hotel Føroyar, sum lat upp í mai 1983.

Les meira

MIÐLAR

Her finnur tú búmerkið, myndir og filmar. Alt hetta er til at taka niður. Skuldi tað hent at tú ikki  …

Les meira

VERT AT VITA

Hotellið liggur í náttúruríka umhvørvinum uppi í Kerjum. Tú hevur góða møguleikar til at njóta …

Les meira