Book

Uppvaskarar og køkshjálp

Hevur tú hug at gerast partur av køkstoyminum á Hotel Føroyum?

Køkstoymið á Hotel Føroyum leitar eftir uppvaskarum og køkshjálp at arbeiða serstakliga annað hvørt vikuskifti og av og á mitt í viku.

Vit vænta

· At tú ert arbeiðssom/arbeiðssamur
· At tú megnar at arbeiða undir trýsti, og tá ið nógv er at gera
· At tú hevur hug at gerast ein týdningarmikil liður í okkara toymi

Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg? So send tína umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN