Vælverupakkar í apríl
Øll sum bíleggja vælverupakkar við gisting í apríl 2026 fáa eyka góðar upplivingar við í prísinum
Í apríl bjóða vit tær eitt sindur eyka. Tá tú bíleggur ein vælverupakka við gisting, fært tú ikki bara frið, hvíld og nýggja orku – men eisini smáar, góðar eyka upplivingar við í prísinum. Pakkin skal brúkast í apríl 2026.
Talan er um hesar pakkar:
• Hvíld: kostnaður úr 2.150 kr fyri tvey fólk
• Heilsubót: kostnaður úr 4.050 kr fyri tvey fólk
• Vónarskái: kostnaður úr 4.750 kr fyri tvey fólk
Tá tit bíleggja hasar pakkar, fáa tit hetta við í prísinum:
• Heimagjørt, frískt djús í Vælveruhúsinum. Vel ímillum reyðrótadjús ella gularótadjús.
• Eina serliga gávu, sum bíðar eftir tær á kamarinum
Gávan:
Gávan er ein lítil fitt baðidunna við einum nummari á. Við henni eru tit sjálvvirkandi við í einari kapping, har tit kunnu vinna stórar upplivingar:
1. vinningur: Ein ferð fyri tvey vaksin og 2 børn til EHF Champions League Final Four í Køln í Týsklandi (í 2026 ella 2027). Virði 36.000 kr.
2. vinningur: Ein ferð fyri tvey vaksin og 2 børn (3-11 ár) til Disneyland Paris í háárstíð (flogferð Vágar-París og uppihald á Hotel Cheyenne við morgunmati og atgongd til parkirnar). Virði: 34.000 kr.
3. vinningur: Ein ferð fyri tvey vaksin og 2 børn við Norrønu til Lalandia (BIllund) í háárstíð. Virði 30.000 kr.
GG: tað eru 2000 baðidunnur tilsamans, og ein av hesum liggur á tykkara kamari.
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 1 dag áðrenn komudagin, verður full upphædd endurrindað.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
Bílegg Hvíld Bílegg Heilsubót Bílegg Vónarskáa

