Bílegg

Vælveruvikuskifti 6. - 8. oktobur

Ein kveikjandi uppliving á Hotel Føroyum við gisting í tvær nætur, pilates, rasul í Ress Spa, nónte og matskrá við 7 rættum í matstovuni Ruts.

 

Skráin 6. - 8. oktobur 2023

Fríggjadagur

· Møguligt er at kekka inn frá kl. 15.00
· Seinnapartspilates við Anniku Rajani
· Lættur nátturði í kafé'ini 1933 (drykkjuvørur eru ikki íroknaðar)

Leygardagur

· Morgunpilates við Anniku Rajani
· Morgunmatur millum kl. 07.00 og 10.00
· Rasul - dampbað í Ress
· Møguligt er at tilkeypa viðgerð í Ress, fara ein gongutúr eftir rossagøtuni ella oman í viðarlundina undir Kerjum
· Nónte (afternoon tea) í 1933 kafé'ini
· Seinnapartspilates við Anniku Rajani
· Matskrá við 7 rættum í matstovuni Ruts

Sunnudagur

· Morgunpilates við Anniku Rajani
· Morgunmatur millum kl. 7.00 og 10.00 ella bronsj millum kl. 11.00 og kl. 15.00 (borðbílegging er neyðug til bronsj)
· Kekka út í seinasta lagi kl. 15.00

Fyri ein persón í Deluxe kamari: DKK 3.225,-
Fyri tveir persónar í Deluxe kamari: DKK 5.500,-

Møguligt er at bíleggja kamar til upp til 5 persónar. Sí prís á bíleggingarsíðuni umvegis Bílegg her knøttin ella set teg í samband við okkum á 317500.

Tað er ikki neyðugt at hava royndir við pilates - øll eru vælkomin.

Soleiðis bíleggur tú:
Trýst á 'Bílegg her'
Vel tíðarskeiðið 6. - 8. oktobur
Vel pakkan 'Vælveruvikuskifti'
Far víðari og rinda

Treytir:

• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 14 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo

 

Bílegg her

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK