Book

Veitslutænarar til veitslutoymið

Vilt tú gerast ein partur av tænaratoyminum á Hotel Føroyum? Hotel Føroyar leitar eftir veitslutænarum at byrja skjótast gjørligt.

Vit kunnu bjóða tær eitt stuttligt starv við góðum starvsfelagum, har góðhýrið altíð er í hásæti, hóast vit hava nógv at gera.

Tínar uppgávur fevna um

· At tæna veitslu- og ráðstevnugestum
· At rigga veitslu- og fundarhølini til og rudda av

Vit vænta, at tú

· Ert jalig/ur
· Ert í minsta lagi 16 ár
· Kanst arbeiða í minsta lagi annað hvørt vikuskifti

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send tína umsókn til gudrid@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN