Vetrartilboð 900 kr
Bílegg dupultkamar fyri 900 kr. pr. nátt fyri tvey fólk við morgunmati
Gist í tíðarskeiðnum 1. januar - 12. apríl 2023 fyri einans 900 kr. pr. nátt fyri 2 fólk við morgunmati.
Íroknað:
∙ Gisting í dupultkamari
∙ Morgunmatur
Sov leingi hvønn sunnudag
Hvønn sunnudag í januar, februar og mars bjóða vit stórt brunsj-sjálvtøkuborð í matstovuni millum kl. 11.00 og 15.00. Um tit hava skund ber eisini til at eta vanligan morgunmat millum kl. 7.00 og 10.00. Kekka út í seinasta lagi kl. 15.00. Um tú bíleggur gisting v/ morgunmati hetta tíðarskeiðið, so er brunsj íroknað.
Treytir fyri bílegging:
∙ Bíleggingin kann bert broytast til eitt annað dato í tíðarskeiðnum, tilboðið er galdandi.
∙ Bíleggingin kann avlýsast í seinasta lagi kl. 14.00 dagin fyri komu.
∙ Peningurin fyri gistingina verður trektur av kortinum eftir kl. 14.00 dagin fyri komu.
Kostnaður fyri einkultkamar er 800 kr.
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost á hf@hotelforoyar.fo ella at ringja 317500.
Bílegg gisting