Á Hotel Føroyum hava vit sett sjóneykuna á burðardygd. Saman við 11 øðrum føroyskum fyritøkum luttaka vit í verkætlanini 'Burðardygt Vinnulív', ið viðger, hvussu fyritøkur kunnu bøta um umhvørvisligu fótasporini við heimsmálunum fyri burðardyggari menning í huga.
Longu tá ið tú slakkar av og snarar av Oyggjarvegnum oman í Kerjar, sært tú hotellið og náttúruna renna saman í eitt. Tá ið tú trínur inn, sært tú alla Havnina breiða seg út framman fyri Nólsoynni. Hotel Føroyar er ein 4-stjørnað glæstriborg, og lívið her hin reina friðsæla – her fert tú niður í ferð og kennir teg væl. Vælkomin!

Upphiting til Bryan Adams konsertina við Tjarnir
Mikukvøldið 23. apríl bjóða vit til eitt hugnaligt kvøld við sjálvtøkuborði, flutningi til og frá Tjarnir – og møguleika fyri at gista á hotellinum.

Páskabronsj
17., 18., 20. og 21 apríl, kl. 11.00-15.00

Páskafrí á Hotel Føroyum
Gleð teg til friðarligar páskir, har tú kanst slappa av í frið og náðum
Ruts
Ruts er navnið á matstovuni á Hotel Føroyum, har borðreitt verður við fiski, skeljadjórum, føroyskum kjøti og grønmetisrættum.
Sí matskráKømur og svitur
Kenn teg sum heima í ljósu og rúmligu kømurunum og svitunum. Lat vindeygað upp, anda frísku luftina inn og njót útsýnið.
Sí øll kømur