Bílegg

Rasul & dreymar

Vælveruuppliving fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni og munnbitum á kamarinum og rasul vælveruviðgerð í Ress. 

Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir. 

Hetta er íroknað:

• Gisting
• Morgunmatur
• Munnbitar og perlandi vín á kamarinum
• Rasul vælveruviðgerð í Ress 
• Ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00 (ein til hvønn)  

Hvat er rasul?
Rasul er eitt serstakt vælveruupplivilsi, har tú fært 2 sløg av leiri at smyrja á andlit og kropp, ímeðan tú nýtur hitan í damprúminum. Dampurin ger, at poknurnar opna seg, ímeðan leiðrið bæði reinsar og stimbrar húðina. 

Kostnaður:
Prísurin er ymiskur alt eftir degi, árstíð og slag av kamari. Set teg í samband við móttøkuna á 317500 ella hf@hotelforoyar.fo fyri at kanna prís ella bíleggja. 

Treytir:

• Avroknað verður við bílegging.

• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.

• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.

• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
 

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK