Skalt tú hava fund ella skipa fyri eini ráðstevnu, so syrgja vit fyri, at alt gongur sum eftir ánni. Vit eru fús at hjálpa. Í samráði við teg hjálpa vit við øllum. Umframt at svara vanligum spurningum viðvíkjandi fundum og ráðstevnum, rigga vit hølini til, bíleggja innivist og syrgja fyri, at alt er upp á pláss.
Antin talan er um ein minni leiðslufund ella eina stóra ráðstevnu, finna tit fundarhølir, mat, gisting og Ress Spa undir sama taki á Hotel Føroyum.
Fundar-pakkar
Fundarhølir
Minni fundir
Upp í 14 gestir
Varðin · Húsastova · Løgmansstova · Clintonstova
Miðalstórir fundir og skeið
Upp í 40–60 gestir
Gestastova · Flatnastova
Stór tiltøk og ráðstevnur
Upp í 600 gestir
Veitsluhøllin
Fundir & vælvera
Legg ein steðg inn í dagin, har høvdið sleppur njóta eina friðarløtu. Tað kann vera ein løta í vælveruhúsinum ella ein vælveruviðgerð.
Føroya fyrsta og størsta ráðstevnuhotell
Her fáa tit einastandandi arkitektur og 200 vælinnrættað kømur, 10 fundarhølir við plássi fyri 1–600 fólkum, nútímans AV-útgerð og tøkniliga hjálp. Vit hava eisini royndir í vinnuni í meira enn 90 ár.
Groosartig
Donsk ferðaskrivstova við sergrein innan m.a. virkis- og lestrarferðum, sum javnan gista á Hotel Føroyum
"Vit nýta Hotel Føroyar av fleiri orsøkum: Arkitektururin er einastandandi, hølini eru ljós og rúmlig - og staðsetingin er fantastisk. Men fyrst og fremst er sambandið okkara millum serstakliga gott! Tey eru vælviljaði, fyrikomandi og blíð. Eitt orð er altíð eitt orð á Hotel Føroyum, og eg veit, at eg kann vera heilt róligur, tá sagt verður "tað finna vit útav" - tí tað gera tey, og tey finna altíð eina góða loysn."
– Peter Grooss, stovnari og eigari
Samband
Eg eri klár at hjálpa við fundarráðlegging og fyrispurningum um prísir, hølir og útgerð.

