Svanamerkið
Á heystið í 2025 bleiv Hotel Føroyar svanamerkt. Hetta merkir, at vit lúka eina røð av strongum umhvørviskrøvum innan orku, vatn, burturkast, innkeyp og dagligan rakstur. Svanamerkið er ein av teimum mest álítandi umhvørvisgóðkenningunum í Norðurlondum.
Onki burturkast
Í G&V royna vit at flætta burðardygd inn í alt tað, sum vit fáast við á hotellunum og matstovunum. Vit vilja, at burðardygd skal hugsast inn í alla tilgongdina – alt frá hvussu og hvar vit fáa matin til vega, til hvussu hann verður goymdur, riggaður til og pakkaður. At minka um matoyðsl verður sett í miðdepilin, og vit kanna burðardyggar og sirkulerar loysnir upp á alt burturkast. Vit hava eisini eitt mál um at økja um mongdina av lokalum rávørum til okkara matstovur.
Veðurlagsbroytingar
Nýggja varandi orkuloysnin á Hotel Føroyum er dømi um, hvussu vit hava megnað at sundurskilt vøksturin í fyritøkuni frá okkara CO2-útláti í okkara virksemi.
Í 2022 lótu tvær nýggjar Etika-matstovur upp: ein í Havn og ein í Runavík. Hesar matstovur verða hitaðar upp við grønum orkukeldum eins og nýggja Vælveruhúsið á Hotel Føroyum verður hitað upp við jarðhita. Hetta er enn ein liður í at røkka einum nullútláti áðrenn 2030.
MÁL VAV 1 & 2: Vit binda okkum til eitt nullútlát í vav 1 og 2 CO2 spor innan árslok 2030 (við støði í 2020).
MÁL VAV 3: Vit fara at minka vav 3 CO2 spor (frá mark niðanfyri) við í minsta lagi 50% innan árslok 2030 (við støði í 2021).
G&V gestavinna og ferðavinna
At gerast burðardygg var lyklahugtakið fyri okkum í 2021. Vit byrjaðu við at flætta burðardygd inn alt okkara virksemi – alt frá leiðslu til gerandisrakstur á hotellum og matstovum. Okkara mál er at betra um og minka um ta neiligu ávirkan, vit hava á umhvørvið. Tað, sum vit hava raðfest fremst, er at leggja um til grøna orku. Vit hava fyri stuttum økt um á Hotel Føroyum við 71 kømrum og nýggjum vælveruøki; ein víðkan, sum vit noyddust at taka hædd fyri, tá ið vit í fjør settu okkum sum mál at røkka einum nullútláti áðrenn 2030. Tá ið vit byrjaðu hesa stóru byggiverkætlan, vistu vit, at vit máttu finna eina burðardygga hitaloysn – og tað gjørdu vit – víðkanin er einans tengd at jarðhita. Vit hava nú gjørt reina orku til eina treyt í øllum nýggjum byggiverkætlanum.
Lívfrøðiligt margfeldi
og heilsustøðan í havinum
Í 2021 og í byrjanini av 2022 hugsavnaðu vit okkum um at menna eina haldgóða ætlan fyri at røkka okkara málum um eina netpositiva ávirkan á náttúruna framyvir. At minka um matoyðsl hevur verið raðfest fremst.
MÁL: Vit ætla at gerast net-positiv í okkara ávirkan á hav, land og vøtn áðrenn 2030, og etika verður fyrsta eindin at røkka hesum máli.

