Ein fagnaður til føroyska siðvenju.
Lat umhvørvið hugtaka teg. Ferðin ímóti útsýninum byrjar, tá ið tú traðkar innum hotellið. Tú verður bergtikin av longu, myrku gongunum, ið einans er fyrsti partur av ferðini. Endiliga letur tú kamarsdyrnar upp, dregur gardinurnar frá. Har er tað.
Søga og arvur
Byggilist
Danska arkitektfelagið Friis & Moltke hevur sniðgivið Hotel Føroyar, ið lat upp í 1983. Byggilist er í hásæti, og var uppgávan at laga seg sum best til lendið og landslagið.
Listaverk
Á Hotel Føroyum hanga sermerkt listaverk frá viðurkendum føroyskum listafólki.