Ress er vælvera í nógvum ymiskum týdningum. Allir gestir á Hotel Føroyum hava atgongd til okkara lekra venjingarhøli, Ress Fitness. Har er alt, sum tær tørvar til eina góða venjing til allan kroppin.
Ress Fitness
Allar viðgerðir
- Sauna
- Kropp
- Andlit
- Negl
Vælkomin í Ress
Tú fært handað handklæði og baðikápu, tá ið tú vitjar í Ress. Tú ert vælkomin at nýta lekkru og angandi hár- og húðrøktina, ið stendur frammi í skiftingarhølunum eins og aðrar hentleikar so sum brúsu og hárturkara. Fert tú í infrareyðu sauna ella rasul, vilja vit minna teg á at hava egin svimjiklæðir við.
Ynskir tú at bíleggja vælveruviðgerð til meira enn ein persón, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost til ress@ress.fo.
Upplatingartíðir í Ress
Týsdag - leygardag 9.00 - 18.00
Um avboð til eina viðgerð verður givið minni enn 24 tímar áðrenn ásettu tíðina, skal gjaldast fyri viðgerðina.
Aldursmark er 16 ár.
Nýtt spahús í 2024
Gleð teg til bæði innan- og uttandura hylar, dampbað, sauna, ísbað og uttandura gosbað. Váti parturin av ress spa letur upp í 2024.