Í hugnaliga vínkjallaranum bjóða vit til eina inniliga løtu við látri og góðum práti um anga og drúvusmakkir úr øllum heiminum ella kanska bara nøkrum ávísum økjum í Fraklandi. Hetta er góðskutíð saman við starvsfeløgum ella góðum v(í)nfólkum.
Sjampanjusmakking
3 sløg av sjampanju
450,- fyri hvønn
Fronsk vínsmakking
2 sløg av reyðvíni og 2 sløg av hvítvíni
350,- fyri hvønn
Sjarkuttarí afturvið
Breyð, pylsur og ostar
145,- fyri hvønn
Brellbitar afturvið
3 sløg av brellbitum
245,- fyri hvønn
Prísirnir omanfyri eru galdandi, tá ið bílagt verður til í minsta lagi 6 fólk. Um tit ynskja eina vínsmakking úr fleiri ymiskum londum, so ber tað eisini væl til.
Send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo fyri at bíleggja.