Dátuverndarkunning hjá Gist & Vist
Hendan dátuverndarkunning gevur innlit í hvussu P/F Gist & Vist viðgerð persónupplýsingar, sum vit savna inn ella móttaka frá okkara kundum, gestum, starvsfólki hjá okkara kundum og veitarum ella frá øðrum triðjaparti.
Gist & Vist umfatar gistingarhús, matstovur, kaffistovur og skeinkistøð, catering, nethandlar og online bílegginar umframt vælveruviðgerð. Hesi eru m.a.: KOKS, Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Ræst, ROKS, Áarstova, Barbara Fish House, Ruts restaurant, ress, 1933, Bitin, Skeiva Pakkhús, Suppu garðurin, Hvonn, OY Matstova og barr, etika, Kioskin hjá Astu, The Tarv, Gøtumatur, No 12, Tórshavn Mikkeler, SILO, Smyrjibreyðsbúðin, eta, Verkamatur, enjoy.fo.
Gist & Vist er dátuábyrgdari tá vit gera av, til hvørji endamál og hvussu persónupplýsingar verða viðgjørdar. Tað er í hesum sambandi okkara ábyrgd og skylda at verja allar persónupplýsingar, sum vit savnað og viðgera sum partur av virksemi okkara, so hesar verða viðgjørdar á tryggan og lógligan hátt. Sum partur av okkara virksemi kunnu vit savnað og viðgera persónupplýsingar til ymisk endamál, harav vit hava ábyrgd av viðgerðini. Hesar viðgerðir kunnu m.a. umfata:
- Tá tú gistir á okkara hotellum
- Tá tú bíleggur borð á okkara matstovum
- Tá tú keypir útvið á okkara nethandlum
- Tá tú bíleggur og móttekur vælveruviðgerð
- Tá tú samskiftir við okkum umvegis teldupost
- Tá tú samskiftir við okkum umvegis sosialu miðlarnar
- Tá tú luttekur í nøgdsemiskanningum og kappingum
- Tá vit umsita gávukort
- Tá tú søki starv hjá okkum
- Tá tú vitjar okkara heimasíður og vit nýta farspor
- Okkara fyrisiting av vinnukunda- og veitarasamstørvum
- Okkara nýtsla av vakmyndatólum
- Okkara arbeiði at eftirlíka rættarligum skyldum
Hugtakið persónupplýsing í hesari kunning er ásett í breiðari merking, og umfatar eina og hvørja upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis saman við øðrum upplýsingum kann eyðmerkja ein likamligan persón.
Í hesari kunning greiða vit frá, til hvørji endamál vit savnað og viðgera persónupplýsingar og hvør heimildin fyri hesum er. Harumframt verður greitt frá, hvussu vit verja tínar persónupplýsingar og hvørji rættindi tú hevur, sum vit hava skyldu til at eftirlíka.
Okkara mál er, at tú kanst kenna teg tryggan, tá vit savnað og viðgera viðkomandi persónupplýsingar um teg. Í hesum sambandi raðfesta vit dátuvernd og arbeiða áhaldandi við at betra um tøkniligu og bygnaðarligu tiltøkini, sum skulu verða við til at tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar á tryggan og lógligan hátt.
Okkara viðgerð sum dátuábyrgdari av tínum persónupplýsingum
Hvørjar upplýsingar vit savna og viðgera, velst um hvørja tænastu vit veita einstaka persóninum, ella hvussu sambandi okkara millum annars er hátta. Niðanfyri greiða vit nærri frá, hvussu persónupplýsingar verða savnaðar og viðgjørdar sum partur av ymsu tænastunum.
Tá tú gistir á okkara hotellum:
Endamál: Tá tú bíleggur eina gisting á einum av okkara gistingarhúsum beinleiðis umvegis okkum ella umvegis annan triðjapart, viðgera vit persónupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær gistingina og móttaka gjalding fyri tænastuna.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera persónupplýsingar, sum verða latnar okkum beinleiðis frá skrásetta ella umvegis annan viðkomandi triðjapart. Hesar upplýsingar kunnu umfata navn og samskiftisupplýsingar, umframt gjaldskortsupplýsingar.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við vitjandi (veiting av gisting). Tá arbeiðsgevari ella annar dátuábyrgdari bíleggur gistingina vegna tann vitjandi, fylgja vit okkara heimilaða áhugamálið við at veita gistingina.
Tá tú bíleggur borð á okkara matstovum:
Endamál: Tá tú bíleggur eitt borð á okkara matstovum, m.a. umvegis eina av okkara heimasíðum ella tá tú rindar fyri vøruna í sambandi við bíleggingina, viðgera vit viðkomandi persónupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær ynsktu tænastuna og vøruna.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit skráseta upplýsingar um vitjanina umframt aðrar persónupplýsingar um tann persónin, sum stendur fyri bíleggingini, undir hesum navn og vanligar samskiftisupplýsingar, umframt gjaldskortupplýsingar. Vit kunnu eisini skráseta hvørjum landi tú ert frá og um tú tosar Føroyskt ella Enskt.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við vitjandi (veiting av matstovuuppliving og keyptum vørum).
Tá tú keypir útvið á okkara nethandlum:
Endamál: Tá tú bíleggur mat útvið frá okkara matstovunum umvegis okkara nethandlar, og tá tú rindar fyri vøruna í hesum sambandi, viðgera vit ymsar persónupplýsingar við tí endamálið, at kunna veita tær bíløgdu vøruna.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit skráseta upplýsingar um bíleggingina, umframt aðrar persónupplýsingar um kundan sum keypir vørurnar. Tá keypt verður umvegis stovnaðan brúkara, skráseta vit vanligar samskiftisupplýsingar, gjaldkortupplýsingar o.t.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við kundan (avtala um keyp av mati útvið).
Tá tú bíleggur og móttekur vælveruviðgerð:
Endamál: Tá tú bíleggur eina vælveruuppliving ella viðgerð á ress, skráseta vit viðkomandi persónupplýsingar við tí endamáli, at kunna veita tær bíløgdu tænastuna.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera upplýsingar um bíleggingina, umframt aðrar persónupplýsingar um kundan, m.a. navn og samskiftisupplýsingar. Í sambandi við vælveruviðgerð kunnu vit viðgera ávísar viðkvæmar persónupplýsingar um heilsustøðuna hjá kundanum.
Heimild: Viðgerin er neyðug fyri at halda eina avtalu við kundan (avtala um veiting av tænastu). Tá vit viðgera viðkvæmar heilsuupplýsingar, verður biði um samtykki til hetta á bíleggingarskipanini.
Tá tú samskiftir við okkum umvegis teldupost:
Endamál: Vit hava dagligt samskifti við okkara gestir, samstarvspartar og starvsfólk umvegis teldupost. Tað eru ymisk endamál við teldupostsamskiftinum, undir hesum endamál viðvíkjandi innanhýsis-, kunda-, veitara-, og starvsfólkaumsiting.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera vanligar samskiftisupplýsingar umframt aðrar dátur, sum viðskiftafólki sendir okkum. Teldupost samskifti kann harumframt umfatað upplýsingar um annan triðjapersón, sum, sum avsendarin sendir okkum.
Heimild: Í sambandi við móttøku av telduposti, er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at kunnu røkja okkara samstarv við viðskiftafólk okkara og dagligu umsitingina av hesum samstarvið. Aftrat hesum byggir eftirfylgjandi samskifti á tað viðgerðargrundarlag og heimild, sum tilhoyrir tí viðgerð, sum málið snýr seg um.
Varðveitslutíðarskeið: Teldupostur verður vanliga strikaðar innan 5 ár frá móttøku. Um tað fyriliggur eitt sakligt endamál fyri at varðveita teldupostin í eitt longri tíðarskeið enn 5 ár, kann hetta verður gjørt í tann mun, tað verður mett neyðugt fyri at røkja viðkomandi endamálið.
Tá tú samskiftir við okkum umvegis sosialar miðlar:
Endamál: Gist & Vist, undir hesum okkara matstovur og gistingarhús er sjónligt á sosialu miðlunum, undir hesum Facebook, Instagram og Tripadvisor. Tað eru ymisk endamál við okkara nýtslu av sosialu miðlunum, sum m.a. kunnu umfata: At kunna eyðmerkja møguleikar fyri at betra um verandi vørur og tænastur ella menning av nýggjum vørum og tænastum; at svara fyrispurningum frá kundum umframt at handfara møguligar klagur; at varðveita hóskandi innlit hvørja umrøðu Gist & Vist umframt okkara matstovur og gistingarhús fáa á netinum.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit kunnu viðgera allar persónupplýsingar, sum tú letur okkum ella gjørt alment atkomuligar umvegis okkara síður á sosialu miðlunum.
Heimild: Okkara nýtsla av sosialu miðlunum byggir á okkara heimilaða áhugamál, at røkja kundasambandi umframt, at verða sjónligt á miðlunum.
Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingar sum tú letur okkum á sosialu miðlunum, kann verða varðveitt á miðlunum inntil tú velur at strika hesar umvegis egnan brúkara.
Tá tú luttekur í nøgdsemiskanningum og kappingum:
Endamál: Vit vit skipa fyri nøgdsemiskanningum ella kappingum, verður hetta gjørt fyri at kunna eyðmerkja møguleikar fyri at betra um okkara vørur og tænastur ella sum partur av okkara marknaðaføringstiltøkum.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera navn og vanligar samskiftisupplýsingar, ella aðrar persónupplýsingar, sum tú velur at lata okkum.
Heimild: Okkara fyriskipan av nøgdsemiskanningum og kappingum byggir á okkara heimilaðu áhugamál, ið eru at betra um okkara vørur og tænastur, umframt skipa okkara marknaðarføringstiltøk.
Tá vit umsita gávukort:
Endamál: Tá tú keypir gávukort frá einum av okkara matstovum ella gistingarhúsum, ella eitt Meira av tí góða gávukorti, viðgera vit upplýsingar um teg ella móttakaran av gávukortinum fyri at kunna veita gávukortið og umsita fíggjarligar upplýsingar um gávukortið.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera navn, samskiftisupplýsingar og bústað hjá tí sum keypir ella móttekur gávukortið. Harumframt viðgera vit fíggjarligar upplýsingar um tøka upphædd á gávukostinum.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við kundan (veiting av gávukorti søla av vørum og tænastum). Vit fylgja harumframt teimum rættarligu skyldunum sum eru álagdar okkum sambært bókhaldslógini og aðrari vinnuligari lóggávu í sambandi við fyrisiting av fíggjarligu upplýsingunum viðvíkjandi gávukortinum.
Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingarnar kunnu verða varðveittar upp til 6 ár.
Tá tú søkir starv hjá okkum:
Endamál: Tá vit søkja eftir starvsfólki umvegis egnar ella uttanhýsis miðlar tá vit í aðrar mátar móttaka umsóknir um starv, viðgera vit tær persónupplýsingar ið verða latnar okkum fyri at kunna meta førleikarnar hjá umsøkjara, ið kann føra til eitt starv hjá okkum.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum. Persónupplýsingarnar kunnu umfata navn, samskiftisupplýsingar, bústað, CV, próvtøl, myndir ella aðrar upplýsingar umsøkjarin velur at lata okkum. Hesir upplýsingar kunnu eisini umfatað persónupplýsingar um annan triðjapersón, um tað verður latið okkum sum partur av setanartilgongdini.
Heimild: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at viðgera og meta um umsóknirnar, umframt at skipa setanar tilgongdina og tryggja okkum nøktandi arbeiðsorku til virksemi okkara.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita móttiknar umsóknir og annað tilfar frá setanartilgongdini, inntil setanartilgongdin er av. Ávísir persónupplýsingar hjá teimum, sum verða sett í starv, verða var varðveittar yvir alla starvstíðina hjá viðkomandi.
Tá tú vitjar okkara heimasíður og vit nýta farspor:
Endamál: Gist & Vist umsitur fleiri heimasíðuloysnir, m.a. hotelforoyar.fo, ruts.fo, ress.fo, hoteltorshavn.fo, koks.fo, skeivapakkhus.fo, etika.fo, tarv.fo, hvonn.fo, eta.fo, bbitin.fo, suppugardurin.fo, heimaihavn.fo, aarstova.fo, roks.fo, barbara.fo, raest.fo, no12.fo, mikkeller.fo, silo.fo, smyrjibreydsbudin.fo, verkamatur.fo, enjoy.fo og meiraavtigoda.fo.
Okkara síður kunnu nýta farspor til ymisk endamál, undir hesum neyðug farspor sum tryggja virknaðin á síðuni og eina optimala kundauppliving. Í øðrum sambandi kunnu vit, um samtykki verður latið okkum, savnað hagtøl um vitjanir fyri at eftirmeta síðurnar og betra um hesar. Grundað á samtykki, kunnu vit eisini savnað upplýsingar til annan triðjapart (m.a. Facebook og Google), sum verða nýtt til okkara marknaðarføringstiltøk.
Persónupplýsingar vit viðgera: Nærri kunning um hvørjar persónupplýsingar vit savnað á einstøku síðunum, kann lesast á viðkomandi síðu, sum tú hevur vitja. Hendan kunning er tøk á skerminum sum kemur fram við fyrstu vitjan á síðuni.
Heimild: Okkara nýtsla av farsporum, ið eru neyðug fyri at tryggja virknaðin á síðunum er grundað á okkara heimilaða áhugamál, at veita vitjandi eina nøktandi uppliving á heimasíðunum. Tá vit skráseta hagtøl ella nýta tínar persónupplýsingar til marknaðarføringstiltøk umvegis annan triðjapart (m.a. Facebook og Google), verður hetta einans gjørt, um tú frammanundan hevur givið okkum samtykki til endamálið.
Varðveitslutíðarskeið: Varðveitslutíðarskeiði á einstøku farsporunum er ymiskt. Kunning um varðveitslutíðarskeiði er tøkt á viðkomandi heimasíðum.
Okkara fyrisiting av vinnukunda- og veitarasamstørvum:
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara vinnukunda- og veitarasamstørv, undir hesum at stovna vinnukundar og veitarar, veita vørur og tænastur, at fakturera og fyrisiting annars av vinnukundum og veitarum.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera vanligar upplýsingar um vinnukundar og veitar, umframt persónupplýsingar um starvfólk teirra.
Heimild: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at kunna røkja okkara vinnukunda og veitarasamstørv, umframt at veita vørur og tænastur í hesum sambandi.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingar, undir hesum ávísar persónupplýsingar so leingi vinnukunda og veitarasamstarvi heldur fram.
Okkara nýtsla av vakmyndatólum:
Endamál: Vit hava sett upp vakmyndatól á ymsum støðum sum Gist & Vist varðar av, har hetta verður mett neyðugt fyri at skapa eitt trygt umhvørvi ella at sannvísa stuldur og annað ólógligt virksemi. Endamálið við okkara nýtslu av vakmyndatólum er sostatt, at verja okkum og okkara viðskiftafólk.
Persónupplýsingar vit viðgera: Okkara vakmyndatól avmynda tey øki hesi eru uppsett til at avmynda. Upptøkurnar kunnu umfata myndir og videobrot, sum kunnu eyðmerkja tann vitjandi á støðunum, har vakmyndatól eru uppsett.
Heimild: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at tryggja eitt trygd umhvørvi og sannvísa møguligan stuldur ella annað ólógligt virksemi, um hetta verður neyðugt. Har vakmyndatól eru uppsett, verður skelta við hesum.
Varðveitslutíðarskeið: Upptøkurnar verða varðveittar í tryggari skipan í 30 dagar og verða síðani sjálvvirkandi strikaðar. Um tað verður mett neyðugt fyri at sannvísa lógarbrot ella annað ólógligt virksemi, kunnu upptøkurnar verða varðveittar eitt longri tíðarskeið samsvarandi galdandi lóggávu.
Okkara arbeiði at eftirlíka rættarligum skyldum:
Endamál: Gist & Vist viðgerð ymsar persónupplýsingar, tá hetta er ásett í lóg, dómi ella sambært myndugleikaavgerð. Í hesum sambandi hava vit eina rættarliga skyldu at eftirlíka galdandi reglum, sum m.a. kunnu umfata skyldir viðvíkjandi bókhaldslógini og øðrum vinnufelagslógum, umframt avgerðum frá løgregluni ella øðrum myndugleika.
Persónupplýsingar vit viðgera: Okkara arbeiði at eftirlíka rættarligum skyldum kann umfatað tær persónupplýsingar, sum viðkomandi lóg, dómur ella myndugleikaavgerð áleggur okkum at fylgja. Viðgjørdar persónupplýsingar kunnu m.a. umfatað navn og samskiftisupplýsingar, upplýsingar um keyp og bíleggingar.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu eftirlíka teimum rættarligum skuldum, sum eru álagdar okkum at fylgja.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar, so leingi hetta er neyðugt fyri at eftirlíka teimum rættarligu skyldunum, sum eru álagdar okkum at fylgja. Varðveitslutíðarskeiðið kann sostatt verða ymiskt, alt eftir hvør skyldan er ella hvat viðkomandi mál snýr seg um.
Móttakarar av persónupplýsingum
KT-veitarar: Vit nýta ymsar tænastu og KT-veitarar sum partur av okkara dagliga virksemi. Hetta umfatar veitarar av bíleggingarskipanunum, nethandlum, umsiting og hýsing av heimasíðuloysnunum, umframt veitarar av innanhýsis KT-skipanum til egna fyrisiting. Tá uttanhýsis KT-veitarar viðgera persónupplýsingar vegna okkum, har vit hava ábyrgd av upplýsingunum, tryggja vit, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.
Flutningsveitarar: Flutningur av bíløgdum mati útvið, kann verða skipa í samstarvi við annan veitara. Í hesum sambandi kann navn og samskiftisupplýsingar, umframt upplýsingar um bíleggingina verða latnar flutningsveitaranum.
Løgreglan og almennir myndugleikar: Um tørvur verður á tí, kunnu upplýsingar verða latnar løgregluni fyri at sannvísa stuldur ella annað ólógligt virksemi. Upplýsingarnar kunnu umfatað upptøkur frá vakmyndatóli ella navn og aðrar upplýsingar um bíleggingar.
Vit kunnu harumframt lata persónupplýsingar til aðrar almennar myndugleikar, um hetta verður álagt okkum. Myndugleikar sum kunnu móttaka upplýsingar kunnu vera TAKS, Almannaverkinum, Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella annar viðkomandi myndugleiki sum áleggur okkum hetta.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita persónupplýsingar, so leingi hetta er neyðugt fyri at røkka teimum endamálum við okkara viðgerum. Vit hava sett tiltøk í verk, sum tryggja sjálvvirkandi og manuella dátustriking og dulnevning av teimum upplýsingum, sum vit ikki longur hava tørv á, at varðveita.
KT-trygd og dátuvernd
Á Gist & Vist raðfesta tín privatlívsrætt og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk fyri at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á tínum persónupplýsingum. Vit fremja regluligar uppfylgingar av okkara KT-trygd og dátuvernd og raðfesta neyðugar betringar á tøkniligu og bygnaðarligu tiltøkunum.
Gjaldskortupplýsingar
Tá tú við gjaldskorti keypir á einum av okkara heimasíðum ella rindar undangjald fyri eina matstovuvitjan, verða tínir gjaldskortsupplýsingar fluttar í bronglaðum formið, so eingin kann lesa hesar. Vit fáa ikki atgongd til tínar gjaldskortsupplýsingar, men verða hesar viðgjørdar beinleiðis av einum av okkara gjaldskorttænastuveitarum, so sum Nets, Adyen.
Tá tú bíleggur gisting umvegis eina triðjapartsbíleggingarskipanum, so sum hotels.com ella booking.com, fáa vit heldur ikki innlit í tínar gjaldskortsupplýsingar, men verða tær viðgjørdar beinleiðis av bíleggingarskipanini, sum tú hevur nýtt.
Loyniorð- og innritingarupplýsingar
Tá tú í sambandi við bílegging ella keypið á netinum stovnar brúkara og loyniorð á einum av okkara heimasíðum, verður títt loyniorð bronglað undir flutningi og í varðveitslu. Hetta merkir, at vit ikki kunnu síggja títt loyniorð.
Tú kanst til altíð broyta ella stovna nýtt nýtt loyniorð. Henda tilgongd er skipa soleiðis, at loyniorðið kann skiftast ella stovnast av nýggjum á ein tryggan hátt.
Tíni rættindi
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Gist & Vist hevur skyldu til at raðfesta og fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Gist & Vist avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Samband
Hevur tú spurningar um okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella ynskir tú at nýta tíni rættindi sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
P/F Gist & Vist
Oyggjarvegur 45
100 Tórshavn
sjurdur@gistogvist.fo
Kæra
Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til sjurdur@gistogvist.fo. og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.
Dagføringar
Okkara dátuverndarkunning verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi dátuverndarkunning.
Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 01. juni 2024.