Eg eri klár at hjálpa við at leggja fundin til rættis og svara fyrispurningum um prísir, hølir og útgerð.
Samband
Ráðstevnur, skeið, fundir og tiltøk
Á Hotel Føroyum trívast vit best við ikki at vera í sentrum - tað lata vit tað feska lendið og tað æviga skiftandi og dramatiska veðrið um.
Í staðin vilja vit lata dyrnar upp til eitt serstakt rúm uttan loft og uttan veggir - har tú veruliga merkir, at tú livir, og har tú og tínir gestir sita til borðs við havinum, skála við náttúruni og gerast hugtikin av stórleikanum rundan um okkum.
Vit bjóða tískil meira enn eitt friðarligt arbeiðsrúm uppi yvir gerandissjagginum. Títt tiltak verður skipað soleiðis, at tú og tínir gestir fáa ógloymandi upplivingar, ið lívga bæði sinn og skinn.
Føroya fyrsta og størsta ráðstevnuhotell
- Einastandandi arkitekturur og 200 vælinnrættaði rúm
- 10 fundarhølir við plássi fyri 1 - 400 fólkum
- Nútímans AV-útgerð - tøknilig hjálp
- Royndir í vinnuni í yvir 90 ár