Tú fært handað handklæði og baðikápu, tá ið tú vitjar í Ress. Tú ert vælkomin at nýta lekkru hár- og húðrøktina, ið stendur frammi í skiftingarhølunum. Fert tú í infrareyðu sauna ella rasul, kanst tú hava egin svimjiklæðir við ella lána frá okkum.
Um ein viðgerð verður flutt ella avboð verður givið til viðgerðina minni enn 24 tímar áðrenn ásettu tíðina, skal gjaldast fyri viðgerðina.
Aldursmark er 16 ár.
Andlit
Kenn teg sum nýggja/n eftir eina andlitsviðgerð í Ress. Vit hava fleiri ymiskar andlitsviðgerðir at velja ímillum. Hugsveima niðureftir og finn viðgerðina, sum hóskar til júst tín tørv.
Vit gleða okkum at síggja teg
Upplatingartíðir í Ress
Sunnudag - hósdag 8.00 - 21.00
Fríggjadag - leygardag: 08.00 - 22.00

