Bílegg

Onki burturkast

Í Gist & Vist royna vit at flætta burðardygd inn í alt tað, sum vit fáast við á hotellunum og matstovunum. Á vári í 2021 gjørdu vit framstig, tá ið vit fingu nýggjan køk við Teiti Christensen á odda, hvørs høvuðsuppgáva er at gera allar okkara matstovur burðardyggari.
     Hann hevur ábyrgd fyri at finna nýggjar, burðardyggar loysnir, tá ið tað snýr seg um innkeyp av rávørum, matgerð, pakking umframt at samanseta eina vitan, sum fer at gagna øllum okkara matstovum. Vit vilja, at burðardygd skal innhugsast í alla tilgongdina – alt frá hvussu og hvar vit fáa matin til vega, til hvussu hann verður goymdur, riggaður til og pakkaður. At minka um matoyðsl verður sett í miðdepilin, og vit kanna burðardyggar og sirkulerar loysnir upp á alt burturkast. Vit hava eisini eitt mál um at økja um mongdina av lokalum rávørum til okkara matstovur. Í hesum samanhangi fær Teitur eitt tættari tilknýti til lokalar veitarar, so vit kunnu stuðla uppundir eini lokalari matvøruframleiðslu og minka um tørvin á óneyðugari pakking.

Veðurlagsbroytingar

Nýggja varandi orkuloysnin á Hotel Føroyum er dømi um, hvussu vit hava megnað at sundurskilt vøksturin í fyritøkuni frá okkara CO2-útláti í okkara virksemi.

Í 2022 lata tvær Etika-matstovur upp: ein í Havn og ein í Runavík. Hesar matstovur verða hitaðar upp við grønum orkukeldum. Tá ið nýggja spahúsið á Hotel Føroyum verður liðugt, verða tað hitað upp við jarðhita. Hetta er enn ein liður í at røkka einum nullútláti áðrenn 2030.

MÁL VAV 1 & 2: Vit binda okkum til eitt nullútlát í vav 1 og 2 CO2 spor innan árslok 2030 (við støði í 2020).
MÁL VAV 3: Vit fara at minka vav 3 CO2 spor (frá mark niðanfyri) við í minsta lagi 50% innan árslok 2030 (við støði í 2021).

GIST & VIST gestavinna og ferðavinna

At gerast burðardygg var lyklahugtakið fyri okkum í 2021. Vit byrjaðu við at flætta burðardygd inn alt okkara virksemi – alt frá leiðslu til gerandisrakstur á hotellum og matstovum. Okkara mál er at betra um og minka um ta neiligu ávirkan, vit hava á umhvørvið.
       Tað, sum vit hava raðfest fremst, er at leggja um til grøna orku. Vit hava fyri stuttum økt um á Hotel Føroyum við 71 kømrum og nýggjum vælveruøki; ein víðkan, sum vit noyddust at taka hædd fyri, tá ið vit í fjør settu okkum sum mál at røkka einum nullútláti áðrenn 2030. Tá ið vit byrjaðu hesa stóru byggiverkætlan, vistu vit, at vit máttu finna eina burðardygga hitaloysn – og tað gjørdu vit – víðkanin er einans tengd at jarðhita. Vit hava nú gjørt reina orku til eina treyt í øllum nýggjum byggiverkætlanum.

*(Fráboðanarmarkvirði: starvsfólkaferðing, handilsferðir, burturkast frá virksemi, og olja- og orka atknýtt virksemi)

Lívfrøðiligt margfeldi
og heilsustøðan í havinum

Í 2021 og í byrjanini av 2022 hugsavnaðu vit okkum um at menna eina haldgóða ætlan fyri at røkka okkara málum um eina netpositiva ávirkan á náttúruna framyvir. At minka um matoyðsl hevur verið raðfest fremst.

MÁL: Vit ætla at gerast net-positiv í okkara ávirkan á hav, land og vøtn áðrenn 2030, og ETIKA verður fyrsta eindin at røkka hesum máli.

Vit eru í løtuni í holt við at gera eitt nýtt spahús á Hotel Føroyum. Hetta verður tikið í brúk í 2023. Verkætlanin fevnir um eini 1000 fermetrar. Fyri at minka um okkara ávirkan á lívfrøðiliga margfeldið hava vit sett 2500 fermetrar av til endurgróðurseting uttan ávirkan frá menniskjum og djórum

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN