Útbyggingartilgongdin frá 160 kømurum til 200 kømurum byrjaði í 2018. Leingingin av hotellinum hevur í sær spildurnýggjar svitur og familjuvinarlig kømur, ið komu í brúk summarið 2020. Afturat tí lat vælveruøkið, Ress, upp summarið 2021.
Danska arkitektfelagið Friis & Moltke hevur sniðgivið Hotel Føroyar, ið lat upp í 1983. Byggilist er í hásæti, og var uppgávan at laga seg sum best til lendið og landslagið. Uttan er Hotel Føroyar eyðkent fyri sínar longu linjur í landslagnum. Húsið er ein partur av náttúrini, líkasum skorið inn í lendið við hamrum, men hesir hamrar eru úr glasi, sum skyggja í ljósinum.
Innan er Hotel Føroyar eitt ævigt skiftandi spæl ímillum ljós og myrkur, ímillum langar myrkar gongir og kømur við nógvum ljósi og stórslignum útsýni, sum øll venda oman ímóti býnum.
Gestirnir á hotellinum verða førdir ígjøgnum hetta arkitektoniska spæl fleiri ferðir dagliga.