Bílegg

Sveimandi skái

Sveimandi skái fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni og munnbitum á kamarinum við komu og matskrá við 3 rættum í Ruts.

Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir. 

Hetta er íroknað:

• Gisting
• Morgunmatur
• Munnbitar og perlandi vín á kamarinum
• Matskrá við 3 rættum í Ruts*
• Ein ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00

Bronsj
Hvønn sunnudag í vetrarhálvuni bjóða vit stórt bronsj-sjálvtøkuborð millum kl. 11.00 og 15.00. Við hesum pakkanum ber til at uppstiga til bronsj fyri 75 kr. fyri hvønn. Hetta gera tit við at venda tykkum til móttøkuna. Gev gætur, at borðbílegging er neyðug.  

Kostnaður úr: 1.795 kr fyri tvey fólk (prísurin á pakkanum er ymiskur alt eftir árstíð, degi og slag av kamari)

Soleiðis bíleggur tú hendan pakkan:

Trýst á 'bílegg' knøttin niðanfyri
Vel dagfesting
Vel pakkan, sum eitur 'Sveimandi skái'
Far víðari og rinda

Hava tit spurningar til pakkarnar, ella ynskja tit at bíleggja eyka nætur, kunnu tit senda ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo ella ringja 317500. Um pakkin ikki er tøkur á bíleggingarsíðuni, so er einki pláss eftir júst hetta tíðarskeiðið, og tú kanst royna eitt annað tíðarskeið.

Treytir:

• Avroknað verður við bílegging.

• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.

• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.

• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo

*Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar prísinum.

Sí prísir og bílegg her

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK