Bílegg

Rasul & dreymar

Vælveruuppliving fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni og munnbitum á kamarinum og rasul vælveruviðgerð í Ress. 

Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir. 

Hetta er íroknað:

• Gisting
• Morgunmatur
• Munnbitar og perlandi vín á kamarinum
• Rasul vælveruviðgerð í Ress 
• Ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00 (ein til hvønn)  

Kostnaður úr: 2.050 kr fyri tvey fólk

Hvat er rasul?
Rasul er eitt serstakt vælveruupplivilsi, har tú fært 2 sløg av leiri at smyrja á andlit og kropp, ímeðan tú nýtur hitan í damprúminum. Dampurin ger, at poknurnar opna seg, ímeðan leiðrið bæði reinsar og stimbrar húðina. 

Sunnudagsbronsj
Við hesum pakkanum ber til at uppstiga frá morgunmati til bronsj fyri 75 kr. fyri hvønn. Hetta gera tit við at venda tykkum til móttøkuna. Gev gætur, at borðbílegging er neyðug.  

Soleiðis bíleggur tú hendan pakkan:
Trýst á knøttin niðanfyri
Vel dagfesting
Vel pakkan, sum eitur 'Rasul & dreymar'
Far víðari og rinda

Hava tit spurningar til pakkarnar ella ynskja tit at bíleggja eyka nætur, kunnu tit senda ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo. Um pakkin ikki er tøkur á bíleggingarsíðuni, so er einki pláss eftir júst hatta tíðarskeiðið, og tú kanst royna eitt annað tíðarskeið. 

Treytir:

• Avroknað verður við bílegging.

• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.

• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.

• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
 

Bílegg her

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK