Bílegg

Sálarró & dreymar

Vælveruuppliving fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni og munnbitum á kamarinum við komu og sálarrómýking í Ress. 

Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir. 

Hetta er íroknað:

• Gisting
• Morgunmatur
• Munnbitar og perlandi vín á kamarinum
• Sálarrómýking í Ress 
• Ein ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00

Sálarró er ein djúp og avslappandi heildarmýking. Sinnið verður sissað við hesari róligu og friðsælu mýking við vistfrøðiligari olju. Allur kroppurin fær eina góða og avslappandi mýking við olju eftir tínum ynski. Nakki, akslar og føtur verða smurd við svalandi kremi, ið loysir vøddaspenningar.

Bronsj
Hvønn sunnudag í vetrarhálvuni bjóða vit stórt bronsj-sjálvtøkuborð millum kl. 11.00 og 15.00. Við hesum pakkanum ber til at uppstiga til bronsj fyri 75 kr. fyri hvønn. Hetta gera tit við at venda tykkum til móttøkuna. Gev gætur, at borðbílegging er neyðug.  

Soleiðis bíleggur tú hendan pakkan:

Trýst á 'bílegg'-knøttin niðanfyri
Vel dagfesting
Vel pakkan, sum eitur 'Sálarró & dreymar'
Far víðari og rinda

Kostnaður úr: 3.150 kr fyri tvey fólk (prísurin á pakkanum er ymiskur alt eftir árstíð, degi og slag av kamari)

Hava tit spurningar til pakkarnar ella ynskja tit at bíleggja eyka nætur, kunnu tit senda ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo. Um pakkin ikki er tøkur á bíleggingarsíðuni, so er einki pláss eftir júst hatta tíðarskeiðið, og tú kanst royna eitt annað tíðarskeið.     

Treytir:

• Avroknað verður við bílegging.

• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.

• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.

• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
 

Sí prísir og bílegg her

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK