Bílegg

Jólaborð á Hotel Føroyum

Komið við til felags jólaborð við mati, undirhaldi og dansi ella haldið veitsluna fyri tykkum sjálvi í egnum hølum

NÝTT FELAGS JÓLABORÐ SETT Á SKRÁ: 6. DESEMBER 

Útselt er hesi kvøldini: 23. nov, 30 nov, 7. des og 14. des.

Fýra rimmar kvøld við forkunnugum mati og tónleikainnsløgum frá Guðrun Sólju Jacobsen, Finni Koba og Terja Rasmussen. Galaksi spæla til dans eftir borðhaldið. 

Hilmar Jan verður borðstjóri og Kim Hansen spælir undir til borðhaldið 23. nov, 30 nov, 6. des og 14. des. Bjarni Lisberg spælir undir 7. des. 

Jólaborðini byrja kl. 19.00.

MATSKRÁ
Brellbiti: Lítil dunnutartaletta, reyðkál og vínbláberjasós
Forrættur: Kalvi, purra, pesto og salat
Millumrættur: Grønlendskur snjókrabbi, bisque og stikkulsberjakompott
Høvuðsrættur: Sneið av krúnhjørti, soppar, hasselbackeplir og sós
Omaná: Ferskuterta, súrrómi og ferskusiroppur við Madeira

Drykkjuvørur 
Vælkomudrykkur, øl, vín, kaffi/te og avec afturvið matinum 

Kostnaður
Felags jólaborð: 1.295 kr fyri hvønn
Felags jólaborð við 3 drykkjuseðlum til barrina: 1.495 kr fyri hvønn

Gisting 
Gisting 23. nov., 30. nov., 6. des., 7. des og 14. des: 
1.095 kr fyri tvey fólk í dupultkamari (íroknað morgunmat og 'sov leingi')
995 kr fyri einkultkamar (íroknað morgunmat og 'sov leingi')

Trýst á knøttarnar longur niðri fyri at bíleggja pláss til felags jólaborð og gisting. 

__________________________________________________________________________________________________________

JÓLABORÐ Í EGNUM HØLUM
Ynskja tit at hava jólaborð í egnum hølum? So hava vit góð hølir, ið hóska sera væl til høvið. 


MATSKRÁ
Brellbiti: Lítil dunnutartaletta, reyðkál og vínbláberjasós
Forrættur: Kalvi, purra, pesto og salat
Millumrættur: Grønlendskur snjókrabbi, bisque og stikkulsberjakompott
Høvuðsrættur: Sneið av krúnhjørti, soppar, hasselbackeplir og sós
Omaná: Ferskuterta, súrrómi og ferskusiroppur við Madeira

Drykkjuvørur til borðhaldið
Vælkomudrykkur, øl, vín, kaffi/te og avec afturvið matinum.

Kostnaður
Jólaborð í egnum hølum: 1095 kr fyri hvønn
Jólaborð í egnum hølum við 3 drykkjuseðlum til barrina: 1.295 kr fyri hvønn
Hølisleiga verður løgd afturat prísinum. 

Gisting 
Gisting 23. nov., 30. nov., 6. des., 7. des. og 14. des: 
1.095 kr fyri tvey fólk í dupultkamari (íroknað morgunmat og 'sov leingi')
995 kr fyri einkultkamar (íroknað morgunmat og 'sov leingi')

Send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo fyri at bíleggja jólaborð í egnum hølum. Spurningar til jólaborð í egnum hølum kunnu somuleiðis sendast til event@hotelforoyar.fo 

 

Bílegg felags jólaborð 6. Desember Bílegg gisting

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK