Bílegg

Nýggjárskonsert, gisting og matur

Atgongumerki til Nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum 10. ella 11. januar, gisting á Hotel Føroyum, umframt matskrá við trimum rættum og undirhaldi

Aftur í ár hava vit sett saman ein pakka við mati og gisting, umframt atgongumerkjum til Nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum. Byrja dagin 10. ella 11. januar 2025 við at kekka inn á Hotel Føroyar, áðrenn tit verða koyrd til Norðurlandahúsið til eitt brak av eini nýggjárskonsert. Eftir konsertina er borðhald á Hotel Føroyum við matskrá og tónleiki frá Guðrun Sólju Jacobsen og Janusi Kampmann.

 

Vel millum hesar pakkarnar:

Pakki 1: 
• Atgongumerki til Nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum. Konsertin byrjar kl 19:00
• Kekka inn á Hotel Føroyum frá kl 15:00
• Sjálvtøkuborð við smáum rættum og drykkjuvørum á Hotel Føroyum kl. 17:00
• Bussur frá Hotel Føroyum til Norðurlandahúsið kl 18:30 og aftur eftir konsertina
• 3 rættir við vínskrá, kaffi/te og afturvið 
• Tónleikur við Guðrun Sólju Jacobsen og Janusi Kampmann undir borðhaldinum
• Gisting eina nátt við morgunmati ella bronsj
• Sov leingi - tit hava kamar fram til kl. 13.00

Prísur fyri tvey í dupultkamari kr. 4.695,-
Prísur fyri ein í einakamari kr. 2.695,-
Gisting í svitu + kr. 1000

 

Pakki 2: 
• Kekka inn á Hotel Føroyum frá kl 15:00
• Sjálvtøkuborð við smáum rættum og drykkjuvørum á Hotel Føroyum kl. 17:00
• Bussur frá Hotel Føroyum til Norðurlandahúsið kl 18:30 og aftur eftir konsertina
• 3 rættir við vínskrá, kaffi/te og afturvið 
• Gisting eina nátt við morgunmati ella bronsj
• Sov leingi - tit hava kamar fram til kl. 13.00

Prísur fyri tvey í dupultkamari kr. 3.695,-
Prísur fyri ein í einakamari kr. 2.295,-
Gisting í svitu + kr. 1000


Pakki 3: 
• Bussur frá Norðurlandahúsinum til Hotel Føroyar eftir konsertina
• 3 rættir við vínskrá, og kaffi/te og afturvið 
• Tónleikur við Guðrun Sólju Jacobsen og Janusi Kampmann undir borðhaldinum

Prísur fyri hvønn kr. 995,-

Smáir rættir áðrenn konsertina
Kræklingar í hvítvínssoði 
Risottokúlur við aioli
Royktur laksur
Kalvi við pesto
Heimagjørd sjokuláta og rómabollar

3 rættir aftaná konsertina
Forrættur: Rørdur laksur við agurku- og tomatsalati
Høvuðsrættur: Lambsbógvur við grøntkáli, soppum, gularøtum, hasselbackeplum og soðsós
Omaná: Súreplatrifla við marengs og saltkaramell

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á hf@hotelforoyar.fo ella ringja á tel. 317500. 


Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 14 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostna.
• Bíleggingin kann ikki flytast til annað tíðarskeið
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo

 

 

Bílegg her

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK