Bílegg

Ró og rasul

Vælveruuppliving fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni og munnbitum á kamarinum við komu, matskrá við 3 rættum í Ruts (drykkjuvørur ikki íroknaðar) og rasul vælveruviðgerð í Ress. 

Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir. 

Hetta er íroknað:

• Gisting
• Morgunmatur
• Munnbitar og perlandi vín á kamarinum
• Matskrá við 3 rættum í Ruts*
• Rasul vælveruviðgerð í Ress 
• Ein ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00

Rasul er eitt serstakt vælveruupplivilsi, sum gongur fyri seg í einum damprúmi, har tú fært 2 sløg av leiri at smyrja á andlit og kropp, ímeðan tú nýtur hitan í damprúminum. Dampurin ger, at poknurnar opna seg, ímeðan leiðrið bæði reinsar og stimbrar húðina. Eftir viðgerðina kennist húðin mjúkari og smidligari. 

Bronsj
Hvønn sunnudag í vetrarhálvuni bjóða vit stórt bronsj-sjálvtøkuborð millum kl. 11.00 og 15.00. Við hesum pakkanum ber til at uppstiga til bronsj fyri 75 kr. fyri hvønn. Hetta gera tit við at venda tykkum til móttøkuna. Gev gætur, at borðbílegging er neyðug.  

Soleiðis bíleggur tú:
• Trýst á knøttin niðanfyri
• Vel dagfesting
• Vel pakkan, sum eitur 'Ró & rasul'
• Far víðari og rinda

Kostnaður úr: 2.500 kr fyri tvey fólk (prísurin á pakkanum er ymiskur alt eftir árstíð, degi og slag av kamari) 

Hava tit spurningar til pakkan ella vilja tit bíleggja eyka nætur, kunnu tit senda ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo ella ringja 317500. 

GG: Um pakkin ikki er tøkur á bíleggingarsíðuni, so er einki pláss eftir júst hatta tíðarskeiðið, og tú kanst royna eitt annað tíðarskeið. 

Treytir:

• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo

*Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar prísinum. 
 

Sí prísir og bílegg her

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK