Gisting, døgurði og dansur við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum
Leygarkvøldið 1. februar 2025 bjóða vit aftur til árligu døgurðakonsertina og dans við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum
Vel millum hesar pakkar:
Pakki 1:
• Vælkomudrykkur og brellbitar
• 3 rættir við vínskrá og kaffi/te við cognac ella baileys
• Døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum
• Gisting eina nátt við morgunmati ella bronsj
• Sov leingi - tit hava kamar fram til kl. 13.00
Prísur fyri tvey í dupultkamari: kr. 2.995,-
Prísur fyri ein í einakamari: kr. 1.795,-
Pakki 2:
• Vælkomudrykkur og brellbitar
• 3 rættir við vínskrá og kaffi/te við cognac ella baileys
• Døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum
Prísur fyri hvønn: kr. 995,-
Matskrá
Brellbitar: Keks fyltar við rækjumousse, sílarogni, grønløksmajonesu og karsi
Forrættur: Dampaður toskur, ertrakrem, tomatsalat og edamamebønur
Høvuðsrættur: Piparbúffur við piparsós, rástoktum epli, selleríkrem, gularøtum og reyðrótum
Omaná: Heslunøtubudingur, saltkaramelísur, makrónur og myrk sjokoláta
Tiltakið byrjar leygarkvøldið 1. februar 2025, kl 19:00.
Hevur tú spurningar til pakkan, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á hf@hotelforoyar.fo ella ringja 317500.
Treytir:
• Avroknað verður 14 dagar áðrenn komudagin
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast ókeypis
• Bíleggingar kunnu ikki flytast til annað tíðarskeið
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
Bílegg