Jólanónte & konsert 21. desembur
Kom við til jólahugna og konsert við Guðrun Sólju Jacobsen, Janusi Kampmann & Birnu í Hjøllum Hentze
Sunnudagin 21. desember verður jólahugni á Hotel Føroyum við nónte og yndisligum sangi og tónum frá Guðrun Sólju Jacobsen, Janusi Kampmann & Birnu í Hjøllum Hentze.
Afturvið tónunum borðreiða vit við skons, smáum tertum, smushi, rómabollum og smáum køkum umframt te og kaffi.
Kostnaður fyri hvønn: 295 kr.
Tiltakið byrjar á nóni (kl. 15.00) og endar uml. kl. 16.30.
Bílegg her

