Bílegg
Okkara kømur og gongir eru prýdd við listaverkum frá viðurkendum føroyskum listafólki. Kundi tú hugsað tær at sæð meira? Skrolla niður og byrja listaframsýningina.

Edward Fuglø (1965)

Edward Fuglø er ein fjølbroyttur listamaður. Umframt at mála og tekna hevur hann myndprýtt bøkur og frímerki, sett upp pallmyndir og gjørt leikbúnar.

Listaverkini hjá Edwardi prýða ymsa staðni á hotellinum. Eitt nú hevur hann prýtt 54 kømur við seyðum úr viði í ymiskum skapilsum og serstøkum bindimynstrum. Harumframt hevur hann málað øll kømurini í Rúnarlon við rúnum saman við føroyskum plantum, firvaldum, fuglaeggum og steinum. Í trappugongini niðan í matstovuna hongur serstaka innsetingarlistin 'Nation Building'.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard (1982)

Føroyska listakvinnan Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard arbeiðir við einari samansjóðing ímillum list og sniðgávu.

Ragnhild hevur prýtt okkara 11 svitur við 44 hugtakandi listaverkum, ið hon hevur tilevnað úr seyðaull. Hon umskapar óviðgjørdu ullina til serstøk og vøkur listaverk.

Tróndur Patursson (1944)

Tróndur Patursson er bæði myndahøggari og listamálari, harumframt arbeiðir hann dúgliga við glaslist, antin tað er sum mynd ella sum partur av størri installatiónum og skreytmyndum. Tey fyrstu árini gjørdi hann høggmyndir úr reka, har sjálvt tilfarið sipar til náttúrunnar megi. Ein sera sterkur náttúruíblástur er drívmegin aftanfyri verk hansara, og sama er galdandi fyri hansara tætta tilknýti til havið og tað æviga kosmiska rúmið undir og yvir havskorpuni.

Tá ið nýggja Hotel Føroyar lat upp í 1983, fekk Tróndur í hendur at skapa eitt listaverk, ið skuldi prýða móttøkuna. Við íblástri úr norrønu gudalæru gjørdi hann eina stórfingna innsetingarlist úr irraðum kopari. Listaverkið umfevnir lívsins træ, Yggdrasil.

Hansina Iversen (1966)

Hansina Iversen arbeiðir í einum abstraktum formmáli við stórum, einslittum og gjøgnumskygdum flatum, sum innanhýsis ávirka hvønn annan. Reyðir og ráhvítir litir síggjast mangan aftur og breiða seg út í bleytar, organiskar formar. Formarnir tykjast av og á at umskara hvønn annan og skapa á tann hátt rúm í flatuni. Myndirnar royna tó ikki at líkjast nøkrum ávísum - Tær vísa frá sær allar ytru merkingar og skapa sín egna fagurfrøðiliga alheim.

Hansina hevur prýtt 50 kømur á ovari hæddini við eyðkendum málningum. Málningarnir eru formaðir í hennara eyðkenda stíli: stórar einslittar flatur, ið dreða fram vakurleika.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK