Nónte og konsert við Leu Kampmann
Tónleikur, hugnalig samvera og leskiligir bitar á Hotel Føroyum
Sunnudagin 2. mars 2025 bjóða vit aftur til okkara vælumtókta Nónte á Hotel Føroyum.
Hesuferð verður tað Lea Kampmann, ið fer at spæla løg úr síni nýggju útgávu Seinferð. Seinferð er skrivað í samstarvi við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna.
Nónte, sum stavar frá enska heitinum Afternoon tea, er ein hugnalig máltíð við skonsum, smáum tertum og køkum, ið verður borðreitt saman við te og kaffi.
Kostnaður fyri hvønn: 295 kr.
Tiltakið byrjar kl. 15.00 og endar umleið kl. 16.30.
Bílegg