Nýggjárskonsert v/ gisting, mati og vælveru
Gisting, matskrá við 3 rættum, atgongd til Vælveruhúsið og atgongumerki til nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum 10. januar
Aftur í ár hava vit sett saman ein pakka við gisting og mati umframt atgongumerkjum til nýggjárskonsertina 2026. Byrja dagin 10. januar við at kekka inn á Hotel Føroyar. Áðrenn leiðin gongur oman í Norðurlandahúsið til eitt brak av eini nýggjárskonsert, fáa tit okkurt gott at eta í matstovuni Ruts.
Við í hesum pakkanum er:
• Gisting eina nátt
• Morgunmatur fram til kl. 13.00
• Sov leingi - kamarið er títt til kl. 15.00
• Atgongd til Vælveruhúsið
• Sjampanja & brellbitar í Ruts kl. 17.00
• Matskrá við trimum rættum í Ruts (drykkjuvørur ikki íroknaðar)
• Atgongumerkir til Nýggjárskonsertina 2026 í Norðurlandahúsinum 10. januar kl. 19.00
• Flutningur til og frá Norðurlandahúsinum
Kostnaður: úr 4.550 kr. fyri tvey fólk
Kostnaður fyri pakkan uttan atgongumerkir: úr 3.600 kr. fyri tvey fólk
Hevur tú spurningar til pakkan, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á hf@hotelforoyar.fo ella ringja 317500.
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging
• Bíleggingar kunnu ikki flytast til annað tíðarskeið
• Full endurgjalding verður veitt, um avlýsing verður boðað í seinasta lagi 14 dagar áðrenn
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, men navnabroyting kann gerast uttan kostnað
• Avlýsing ella navnabroyting skal sendast til: hf@hotelforoyar.fo
Bílegg her

