Páskatilboð
Gisting, 'sov leingi' og stórt páskasjálvtøkuborð
Ger páskafrítíðina serstaka við einum hugnaligum uppihaldi á Hotel Føroyum. Í páskafrítíðini 1. - 5. apríl hava vit eitt frálíkt páskatilboð, sum sameinir gisting, góðan mat og upplivingar fyri bæði vaksin og børn. Og sjálvandi fáa tit eisini møguleika at sova leingi, tí útskriving er ikki fyrr enn kl. 14.00.
Páskatilboð 1. apríl, 2. apríl, 4. apríl og 5. apríl
Í døgunum 1. apríl, 2. apríl, 4. apríl og 5. apríl er hetta íroknað tilboðnum:
• Gisting
• Stórt sjálvtøkuborð við páskabronsj og eggjaveiðu til børnini
• Sov leingi - útskriving er kl. 14.00
• Biografur til børn
Kostnaður fyri tvey fólk: úr 1450,-
Páskatilboð 3. apríl
Langa fríggjadag er hetta íroknað tilboðnum:
• Gisting
• Morgunmatur
• Biografur til børn
Kostnaður fyri tvey fólk: úr 1330,-
Treytir fyri bílegging:
• Bíleggingin kann bert broytast til eitt annað dato í tíðarskeiðnum, tilboðið er galdandi.
• Avroknað verður við bílegging
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi kl. 15.00 ein dag fyri komudagin, verður full upphædd endurgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi - tó kann navnabroyting gerast uttan eyka kostnað.
• Avlýsing ella broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost á hf@hotelforoyar.fo ella at ringja 317500.

