Privatpolitikkurin hjá Gist & Vist
Hesin privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á hesari síðu:
Hvørjar upplýsingar savna vit?
Tá tú ferðast á okkara síðum, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:
- Hvørjar cookies verða goymdar
- Slag av tóleind
- Slag av kaga (browser)
- Tíðarsonu
- IP-adressu
- Hvørjar síður, tú vitjar
- Hvussu tú fanst fram til okkara síðu
Tøknin, vit nýta til innsavnan, er cookies sum eru eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind.
Hvussu brúka vit hesar upplýsingar?
Upplýsingar um tóleindir:
Vit brúka upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., til at hava eyguni við møguligum álopum á síðuna. Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síður, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.
Ísv. marknaðarátøk kunnu vit brúka upplýsingar um tóleindina fyri at betra, avmarka og tillaga samskiftið, so at tað er so greitt og viðkomandi sum gjørligt.
Deiling av tínum upplýsingum:
Fyri at kunna útinna tað, sum er lýst omanfyri, verða tínar upplýsingar deildar við hesar uttanhýsistænastur:
- Google Analytics (fyri at síggja, hvussu tú brúkar síðuna, og betra um upplivingina).
- Facebook tracking pixels (soleiðis at marknaðarføringin verður betri og meira málrættað).
Innsavning av persónligum dátum í samband við bíleggingar
Um tú bíleggur eitthvørt frá okkum, er skráseting av persónligum upplýsingum neyðug, fyri at vit kunnu veita tær upplýsingar viðvíkjandi bíleggingini. Upplýsingar, ið vit savna inn í sambandi við bílegging av kamari, borði, tiltøkum og mati út við, eru: navn, t-postur, telefonnummar og tjóðskapur. Upplýsingar um tjóðskap skulu bert nýtast til hagfrøðilig endamál. Í sambandi við útbering av mati innsavna vit eisini upplýsingar um bústað.
Hevur tú stovnað tær kontu á einari av okkara heimasíðum, verða tínar keypsupplýsingar eisini skrásettar til hagfrøðilig endamál og marknaðarføring.
Netgjalding og kortupplýsingar
Tá ið tú rindar fyri tænastur okkara á netinum, verður tú førd/ur yvir á síðuna hjá okkara gjaldsfelaga, og har skalt tú tøppa tínar kortupplýsingar inn. Gjaldsfelagi okkara er Nets A/S, sum er góðkent á hægsta stigi innan trygd og vernd av kortupplýsingum. Gist & Vist hvørki viðger ella goymir hesar kortupplýsingar.
Fyri at verja okkum sjálvi fyri følskum bíleggingum, vantandi uppmøting og ógoldnum rokningum, biðja vit um tínar kortupplýsingar í sambandi við bílegging av kamari á hotellunum og í summum førum sambandi við borðbíleggingum í onkrum av okkara matstovum. Peningur verður ikki tikin av kortinum, uttan so at talan er um vantandi uppmøting ella ógoldna rokning, og kortupplýsingarnar verða síðani strikaðar.
Samband og útfyllingarskjøl
Um tú velur at nýta okkara útfyllingarskjal (contact form) so verða tínar upplýsingar goymdar í okkara (backend) skipan og savnaðar saman í einum telduposti, sum síðani verður sendur okkum.
Allar dátur, ið verða fingnar til vega frá einhvørjum útfyllingarskjali (website form), verða viðgjørdar og eftirmettar í minsta lagi einaferð um árið; har óvirknar dátur verða strikaðar úr dátugrunninum í okkara Dynamicweb-skipan.
Hvussu verja vit tínar persónligu dátur?
Tá ið tú bíleggur frá okkum, nýta vit trygdarritbúnað, sum bronglar allar upplýsingar, ið tú tøppar inn, áðrenn tær verða sendar til okkara. Hendan bronglan tryggjar neyðuga verju fyri óviðkomandi uppílegging.
Hvussu leingi varðveita vit tínar persónligu dátur?
Ynskir tú at fáa tínar persónligu dátur strikaðar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, og vit strika allar upplýsingar um teg í skipan okkara. Tó er tað álagt okkum sambært lóg at varðveita ávísar persónligar dátur í okkara bókhaldi í 5 ár. Um tínar persónligu dátur ikki verða nýttar ella virktar í 5 ár, strika vit tær.
Dátueftirlit
Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er:
Gist & Vist
V-tal: 401900
Oyggjarvegur 45
100 Tórshavn
+298 317500
gistogvist@gistogvist.fo
Tíni rættindi
Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á support@gistogvist.fo
Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
Spurningar?
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á gistogvist@gistogvist.fo.
Dagføringar
Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 19-02-2022