Rasul & dreymar
Vælveruuppliving fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni, frukt og sjokulátu á kamarinum við komu og rasul vælveruviðgerð í Ress.
Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir.
Hetta er íroknað:
• Gisting
• Morgunmatur
• Frukt, sjokuláta og perlandi vín á kamarinum
• Rasul vælveruviðgerð í Ress
• Ein ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00
Rasul er eitt serstakt vælveruupplivilsi, har tú fært 2 sløg av leiri at smyrja á andlit og kropp, ímeðan tú nýtur hitan í damprúminum. Dampurin ger, at poknurnar opna seg, ímeðan leiðrið bæði reinsar og stimbrar húðina. Eftir viðgerðina kennist húðin mjúkari og smidligari.
Bronsj
Hvønn sunnudag í vetrarhálvuni bjóða vit stórt bronsj-sjálvtøkuborð millum kl. 11.00 og 15.00. Við hesum pakkanum ber til at uppstiga til bronsj fyri 75 kr. fyri hvønn. Hetta gera tit við at venda tykkum til móttøkuna. Gev gætur, at borðbílegging er neyðug.
Soleiðis bíleggur tú hendan pakkan:
Trýst á knøttin niðanfyri
Vel dagfesting
Vel pakkan, sum eitur 'Rasul & dreymar'
Far víðari og rinda
Kostnaður úr: 1.795 kr fyri tvey fólk (prísurin á pakkanum er ymiskur alt eftir árstíð, degi og slag av kamari).
Hava tit spurningar til pakkarnar ella ynskja tit at bíleggja eyka nætur, kunnu tit senda ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo. Um pakkin ikki er tøkur á bíleggingarsíðuni, so er einki pláss eftir júst hatta tíðarskeiðið, og tú kanst royna eitt annað tíðarskeið.
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo