Ressast
Vælveruuppliving fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni, frukt og sjokulátu á kamarinum við komu, matskrá við 7 rættum í Ruts og einari heildarspaviðgerð í Ress.
Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir.
Hetta er íroknað:
• Gisting
• Morgunmatur
• Frukt, sjokuláta og perlandi vín á kamarinum
• Matskrá við 7 rættum í Ruts*
• Heildarspauppliving í Ress
• Ein ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00
Viðgerðin í Ress er ein 90 min. heildarspauppliving við mýking av andliti og kroppi. Byrjað verður við einari avslappandi men munagóðari kropsmýking við olju og trýsti eftir tínum ynski. Eftir hetta verður andlitið reinsað og smurt við hóskandi andlitsmasku, sum ger húðina klára og bleyta.
Bronsj
Hvønn sunnudag í vetrarhálvuni bjóða vit stórt bronsj-sjálvtøkuborð millum kl. 11.00 og 15.00. Við hesum pakkanum ber til at uppstiga til bronsj fyri 75 kr. fyri hvønn. Hetta gera tit við at venda tykkum til móttøkuna. Gev gætur, at borðbílegging er neyðug.
Soleiðis bíleggur tú hendan pakkan:
Trýst á 'bílegg'-knøttin niðanfyri
Vel dagfesting
Vel pakkan, sum eitur 'Ressast'
Far víðari og rinda
Kostnaður úr: 4.795 kr fyri tvey fólk (prísurin á pakkanum er ymiskur alt eftir árstíð, degi og slag av kamari)
Hava tit spurningar til pakkarnar ella ynskja tit at bíleggja eyka nætur, kunnu tit senda ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo ella ringja 317500. Um pakkin ikki er tøkur á bíleggingarsíðuni, so er einki pláss eftir júst hatta tíðarskeiðið, og tú kanst royna eitt annað tíðarskeið.
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
*Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar prísinum. Ruts er ein grøn matstova, sum borðreiðir við fiski, skeljadjórum og grønmetisrættum.