Ró og rasul
Vælveruuppliving fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni og munnbitum á kamarinum við komu, matskrá við 3 rættum í Ruts og rasul vælveruviðgerð í Ress.
Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir.
Hetta er íroknað:
• Gisting
• Morgunmatur
• Munnbitar og perlandi vín á kamarinum
• Matskrá við 3 rættum í Ruts*
• Rasul vælveruviðgerð í Ress
• Ein ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00
Hvat er rasul?
Rasul er eitt serstakt vælveruupplivilsi, sum gongur fyri seg í einum damprúmi, har tú fært 2 sløg av leiri at smyrja á andlit og kropp, ímeðan tú nýtur hitan í damprúminum. Dampurin ger, at poknurnar opna seg, ímeðan leiðrið bæði reinsar og stimbrar húðina. Eftir viðgerðina kennist húðin mjúkari og smidligari.
Kostnaður:
Prísurin er ymiskur alt eftir degi, árstíð og slag av kamari. Set teg í samband við móttøkuna á 317500 ella hf@hotelforoyar.fo fyri at kanna prís ella bíleggja.
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
*Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar prísinum.