Bílegg

Sálarró

Vælveruuppliving fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni og munnbitum á kamarinum við komu, matskrá við 3 rættum í Ruts og sálarrómýking í Ress. 

Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir. 

Hetta er íroknað:

• Gisting
• Morgunmatur
• Munnbitar og perlandi vín á kamarinum
• Matskrá við 3 rættum í Ruts*
• Sálarrómýking í Ress 
• Ein ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00

Hvat er Sálarró?
Sálarró er ein djúp og avslappandi heildarmýking. Sinnið verður sissað við hesari róligu og friðsælu mýking við vistfrøðiligari olju. Allur kroppurin fær eina góða og avslappandi mýking við olju eftir tínum ynski. Nakki, akslar og føtur verða smurd við svalandi kremi, ið loysir vøddaspenningar.

Kostnaður:
Prísurin er ymiskur alt eftir degi, árstíð og slag av kamari. Set teg í samband við móttøkuna á 317500 ella hf@hotelforoyar.fo fyri at kanna prís ella bíleggja. 

Treytir:

• Avroknað verður við bílegging.

• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.

• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.

• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo

*Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar prísinum. 
 

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK