Bílegg
Søgan um Hotel Føroyar byrjaði í 1933, tá ið hotellið varð sett á stovn í einum sethúsum á Kongabrúnni í hjartanum í Havn. Virksemið á hotellinum vaks við rúkandi ferð og skifti tíðum hendur. Í 1947 keypti Tryggingarsambandið Føroyar bygningin, og vaks virksemið tá upp aftur meira, og húsaði bygningurin nú bæði hotellinum og skrivstovum hjá Tryggingarsambandinum. Síðst í 70'unum var bygningurin ov trongligur til bæði virksemini, og í 1983 flutti Hotel Føroyar tí í flotta og byggilistarliga bygningin í Kerjum við fantastiskum útsýni yvir býin, fjørðin og Nólsoynna.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK