Sov leingi-tilboð
Gisting, 'sov leingi', morgunmatur og G&T
Sov leingi og njót vikuskiftið – ein hugnaligur pakki við gisting, morgunmati og eyka tíð til at slappa av.
Hetta er íroknað:
∙ Gisting eina nátt
∙ Sov leingi - kekka út í seinasta lagi kl. 14.00
∙ Morgunmatur (fæst fram til kl. 13.00)
∙ G&T í barrini (ein til hvønn). Alkoholfríur valmøguleiki fæst eisini.
Kostnaður fyri tvey fólk í dupultkamari: úr 1.295,-
Tað er avmarkað nøgd av kømurum og pakkin kann bert bíleggjast fríggja- og leygardagar.
Treytir fyri bílegging:
∙ Bíleggingin kann bert broytast til eitt annað dato í tíðarskeiðnum, tilboðið er galdandi.
∙ Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi kl. 15.00 dagin fyri komudagin, verður full upphædd endurgoldin.
∙ Eftir hetta er bíleggingin bindandi - tó kann navnabroyting gerast uttan eyka kostnað.
∙ Avlýsing ella broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost á hf@hotelforoyar.fo ella at ringja 317500.