Sveimandi skái
Sveimandi skái fyri tvey við gisting eina nátt, perlandi víni, frukt og sjokulátu á kamarinum við komu og matskrá við 4 rættum í Ruts.
Ein pakki við vælveru og njótilsi fyri allar sansir.
Hetta er íroknað:
• Gisting
• Morgunmatur
• Frukt, sjokuláta og perlandi vín á kamarinum
• Matskrá við 4 rættum í Ruts*
• Ein ókeypis G&T í barrini millum kl. 17.00 og 18.00
Bronsj
Hvønn sunnudag fram til 14. mai bjóða vit stórt bronsj-sjálvtøkuborð millum kl. 11.00 og 15.00. Um tú bíleggur gisting v/ morgunmati, ber til at uppstiga til bronsj fyri 50 kr. fyri hvønn.
Kostnaður úr: 1.795 kr fyri tvey fólk (prísurin á pakkanum er ymiskur alt eftir árstíð, degi og slag av kamari)
Soleiðis bíleggur tú:
Trýst á 'bílegg' knøttin niðanfyri
Vel dagfesting
Vel pakkan, sum eitur 'Sveimandi skái'
Far víðari og rinda
Hava tit spurningar til pakkarnar, ella ynskja tit at bíleggja eyka nætur, kunnu tit senda ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo ella ringja 317500.
GG: Um pakkin ikki er tøkur á bíleggingarsíðuni, so er einki pláss eftir júst hetta tíðarskeiðið, og tú kanst royna eitt annað tíðarskeið.
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
*Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar prísinum. Ruts er ein grøn matstova, sum borðreiðir við fiski, skeljadjórum og grønmetisrættum.