Upplívgan / gisting tríggjar nætur
Ein minnisrík ferð inn í føroyska náttúru og innaru vælveru.
Upplívgan er ein ferð, har tú sleppur at uppliva kjarnuna í føroyskari vælveru – ein samanrenning millum ráar upplivingar úti í føroysku náttúruni og inniligar upplivingar í vælveruhúsinum á Hotel Føroyum.
Hetta er við í pakkanum:
• Gisting tríggjar nætur
• Føðsluríkur morgunmatur
• Atgongd til vælveruhúsið tríggjar dagar við svimjihyljum, sauna og øðrum
• Tvær 60 min. vælveruviðgerðir í Ress
• Ein matskrá við trimum rættum og ein við fimm rættum í Ruts
• Ein túrur í føroysku náttúruna við matpakka og ferðaleiðara
Hesin pakkin egnar seg serliga væl til tín, sum ynskir ein steðg frá vanliga gerandismeldrinum, og vil uppliva føroyska vælveru á ein nýggjan hátt.
Kostnaður: úr 15.000 kr. fyri tvey í dupultkamari.
Prísurin er ymiskur alt eftir degi, árstíð og slag av kamari.
Treytir:
• Bíleggjast má í seinasta lagi 7 dagar áðrenn komudagin.
• Avroknað verður við bílegging.
• Set teg í samband við okkum um gjaldast skal við einum gávukortið.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 7 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
Bílegg her