fbpx

VEITSLUR

Hevur tú eina hátíð at halda saman við vinum og skyldfólki, so kunnu vit her á Hotel Føroyum lætta um dagin og skipa soleiðis fyri, at tú og tíni kæru kunnu savnast og fáa ógloymandi minnir frá degnum.

Vit eru fús at hjálpa. Í samráði við teg hjálpa vit við øllum – umframt at svara vanligum spurningum viðvíkjandi hátíðarhaldinum, rigga vit hølini til, bíleggja innivist og taka atlit til serligan tørv í matgerðini, um tað er neyðugt, og syrgja fyri, at alt er upp á pláss.

Vit vísa fegin runt og greiða frá, hvussu vit kunnu hjálpa, næstu ferð tit skulu hava eina veitslu ella eitt hátíðarhald.

Varðin, Flatnastova, Húsastova, Gestastova, Presidential Suite, Wedding Suite

Tey seks fundarhølini á niðaru hæddini eru øll ymisk til støddar, og hava pláss fyri 14 gestum til borðs til 90 standandi gestum til móttøkur.

Fýra fundarhøli hava stór vindeygu niðaneftir, við útsýni út í hagan, meðan sviturnar hava sera gott útsýni yvir býin.

Hesi seks hølini kunnu ikki leggjast saman, men vera brúkt hvør sær.

SAMBAND

Vit hjálpa tykkum fegin. Send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo ella ring +298 317500