Vilt tú gerast partur av dreymatoyminum á Føroya fyrsta spahúsi?
Ress Spa leitar eftir avloysarum og starvsfólki til føst størv.
Kundi tú hugsað tær eitt arbeiðsumhvørvi, har friður, sansir og vælvera eru í miðdeplinum? Okkara nýggja og fantastiska lekra spahús letur upp í summar, og í hesum sambandi leita vit eftir nærløgdum starvsfólki at mynda okkara toymi, bæði til føst størv og sum avloysarar.
Hvørjar eru arbeiðsuppgávurnar?
Í stuttum verður tín høvuðsuppgáva at hjúkla um okkara gestir og fáa tey at kenna seg væl. Onkran dag ert tú andlitið, sum tekur ímóti teimum við einum smíli aftan fyri móttøkuna. Onkran annan dag ert tú í spahúsinum - kanska í holt við at borðreiða ein svalandi drykk ella eina lætta máltíð í kaféini.
Vit leita eftir tær, sum:
∙ Dámar at veita eina góða tænastu
∙ Arbeiðir væl sjálvstøðugt eins og í einum toymi
∙ Ert fyrikomandi og nærverandi
∙ Tímir at arbeiða skiftandi tíðir (vit hava opið mánadag - sunnudag alt árið)
∙ Hevur hug at læra nakað nýtt - t.d. at veittra við handkløðum í saunagos
Vit bjóða tær:
∙ Kanska vakrastu og mest friðsælu arbeiðsumstøður í øllum landinum
∙ Eitt arbeiðspláss, har tú veruliga kennir teg vælkomnan
∙ Góða upplæring og gott samanhald í toyminum
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, so ert tú vælkomin at søkja starvið umvegis hetta leinkið:
Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at ringja til Súsannu á 217555 ella senda henni ein teldupost á susanna@ress.fo.
Umsóknarfreist: 15. mai 2025
Starvsbyrjan: Uml. 15. Juni 2025