Tíðarfreist 1. apríl 2025
Vilt tú vera kokkalærlingur á Ruts?
Á Ruts arbeiða vit við lokalt framleiddum og árstíðarbundnum rávørum, og tú fært ein spennandi møguleika at mennast sum kokkur í einum professionellum umhvørvi
Hvat fært tú sum kokkalærlingur hjá Ruts?
Tú fært møguleikan at arbeiða við frálíkum rávørum og menna tínar førleikar innan matgerð. Túlærir at hugsa kreativt og arbeiða í einum professionellum køki saman við royndum kokkum. Sumlærlingur verður tú ein partur av einum toymi, har samstarv og góðska eru í hásæti.
- Tú lærir at brúka lokalar og árstíðarbundnar rávørur.
- Tú mennir tínar førleikar í at arbeiða undir trýsti og taka ábyrgd.
- Tú verður ein partur av einum toymi á 6 starvsfólkum, men sum partur av Hotel Føroyumverður tú eisini ein partur av einum toymi á uml. 60 starvsfólkum.
- Tú upplivir eina sosiala og fjølbroytta arbeiðsmentan, har vit javnan hava felags tiltøk tvørturum deildirnar.
Um Ruts
Ruts er ein matstova á Hotel Føroyum, har vit leggja stóran dent á at nýta lokalar og árstíðarbundnar rávørur. Matstovan hevur besta útsýni yvir Tórshavn og Nólsoynna og bjóðar eina serliga matuppliving, har gestirnir merkja dýgdina í hvørjum bita.
Vit hava drúgvar royndir við kokkalærlingum. Heidi, sum verður tín læremeistari, byrjaði sjálv sum lærlingur í 2018. Eftir at hon var liðug í 2021, hevur hon starvast hjá okkum og er nú Souschef.
Sum lærlingur hjá okkum kemur tú at hava tína dagligu gongd saman við Heidi og okkara royndu kokkum, sum øll leggja stóran dent á at borðreiða við lekkrum, vælsmakkandi og vøkrum mati.
Er hetta júst tað, tú leitar eftir?
Vit leita eftir tær, sum:
- hevur áhuga fyri mati og torir at taka ábyrgd
- er forvitin og opin fyri at royna nýggjar tilgongdir
- dámar at eksperimentera í matgerðini
Send okkum eina umsókn innan 1. apríl.
Søk her: