Atgongd til Vælveruhúsið
Ein steðgur úr gerandismeldrinum
Gev tær sjálvari/sjálvum ein væl uppibornan steðg frá gerandismeldrinum og njót eina friðarløtu. Í Vælveruhúsinum er friðsælt, og tær nýtist ikki at hugsa um annað enn bara at vera.
Við friðsemi og reinføri í huga, handa vit tær:
• Svimjiklæðir: svimjidrakt, bikini ella svimjibuksur
• Baðikápu
• Inniskógvar
• Handklæði
Hetta hevur tú til láns, meðan tú vitjar Vælveruhúsið.
Kostnaður:
Mánadag - hósdag millum kl. 8.00 og 13.00: 395 kr
Mánadag - hósdag millum kl. 13.30 og 21.00: 595 kr
Fríggjadag - sunnudag (allan dagin): 595 kr
Aldursmarkið í Ress Spa er 16 ár.
GG: Ynskja tit at bíleggja pláss til fleiri fólk enn skipanin loyvir, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á telefon 617500 ella ress@ress.fo
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 1 dag áðrenn komudagin, verður full upphædd endurrindað.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo

